Elektroniskar Bókasavnstænastur á Interneti - EBI

ALFRØÐIR & HANDBØKUR

• BRITANNICA
Tað gamla og tann viðurkenda alfrøðin Britannica nú á netinum.

• OXFORD ART ONLINE
Henda handbókin um list fevnir um alla visuella list frá forsøguligari tíð til í dag.

• OXFORD MUSIC ONLINE
Oxford Music Online er internettøk handbók um at kalla allan tónleik.

• OXFORD REFERENCE ONLINE
Fleiri enn 100 orðabøkur og fakorðabøkur um ymisk evni, eitt nú list, bókmentir, læknafrøði, søgu, teldufrøði, náttúrufrøði, átrúnað, samfelagsfrøði o.m.
Sera hent til skúlabrúks.

• FAKTALINK
Í greinunum er inngangur til og kunning um viðkomandi og aktuell evni, sum eru uppi í tíðini leinki til víðari lesnað á internetinum og tilvísingar til myndlýsingar, greinir, bøkur, sjónvarps- og útvarpsinnsløg og annað um hvørt ávíst evni.
Fyrst og fremst til skúlabrúks.

• FORFATTERWEB
Forfatterweb er ein dátugrunnur við einum løttum og greiðum inngangi til kend ritverk hjá barna-, ungdóms- og vaksnamannarithøvundum.
Fyrst og fremst til skúlabrúks og til teirra, sum vilja vita meira um tað, sum tey lesa.

BLØÐ, TÍÐARRIT & GREINIR

• EBSCO MASTER FILE
Dátugrunnur við umleið 2.000 tíðarritum o.l. - mest á enskum máli. Meginparturin av tilfarinum er í fullum teksti.
Eisini sera hent til skúlabrúks.

• STUDENT RESSOURCE CENTER
Her finnur tú hóp av greinum í tíðarritum og avísum umframt ymisk skjøl, uppslagsverk og eisini myndir og ljóð- og sjónbandafílur.
Fyrst og fremst til skúlabrúks.

• INFOMEDIA
Í hesum grunninum eru fleiri milliónir greinir í donskum dagbløðum og faktíðarritum bæði nýggjum og eldri.

• ATEKST
Greinir úr fleiri enn 30 av teimum størstu dagbløðunum í Norra. Atgongd frá Landsbókasavninum og Miðnám á Kambsdali.

• BLAÐSAVNIÐ Á NETINUM
Í føroyska blaðsavninum á netinum (www.tidarrit.fo) er frí atgongd til 17 avísir og 25 tíðarrit, sum eru útkomin frá 1852 til 1999.

EBI

EBI er eitt samstarv, skipað millum fólka- & skúlabókasøvn og skúlar um felags hald av elektroniskum bókasavnstænastum á internetinum.

Endamálið við samstarvinum er at royna at fáa til vega gott teldutøkt tilfar á internetinum til vanliga lesaran, læraran og skúlanæmingar.

Sum er eru hesi við í samstarvinum:

Landsbókasavnið
Býarbókasavnið
Klaksvíkar bókasavn
Bókasavnið við Løkin
Fuglafjarðar bókasavn
Miðnám á Kambsdali
Glasir
FLB
Møguleiki er eisini hjá øðrum at koma við í hetta samstarvið.

Kunning um EBI:
Skriva til: Unn Paturson.

Dagligu umsitingina hevur Landsbókasavnið um hendi:
Skriva til: Landsbókasavnið.

ANNAÐ HENT >>